Vitan og kanningar

Vit bera røddirnar hjá ungum inn í samrøðuna um Ríkisfelagsskapin.

Nýggj vitan um sjónarmiðini hjá ungum um Ríkisfelagsskapin

Kanningarnar hjá Sjómaq skapa nýggja vitan um kunnleikan hjá ungum um Ríkisfelagsskapin og hugburð teirra. Á fyrsta sinni eru ung í Grønlandi, Føroyum og Danmark spurd um sjónarmið síni í einari felags kanning. Hetta gevur eitt serstakt innlit í, hvussu ung kring Norðuratlantshavið síggja hvønn annan og felags framtíð okkara.

Stórur áhugi, avmarkaður kunnleiki

Ung í Ríkisfelagsskapinum eru forvitin um londini hjá hvørjum øðrum, men mong halda, at kunnleiki teirra um mál, mentan og samfelag hjá hvørjum øðrum er avmarkaður. Ung í Grønlandi og Føroyum vita meira um Danmark, enn donsk ung vita um hini bæði londini.

Manglandi vitan veikir felagsskapin

Bert fá ung kenna ein sterkan felagsskap við ung úr hinum londunum. Mong ung nevna sjálv manglandi vitan sum eina forðing fyri at kenna seg tættari knýtt at hvørjum øðrum. Ein meiriluti heldur, at meira vitan og fleiri møtir millum londini kunnu styrkja felagsskapskensluna.

Ynski um meira javnrætt og samrøðu

Ein meiriluti av teimum ungu ynskir at varðveita ella styrkja samstarvið í Ríkisfelagsskapinum, men mong eftirlýsa samstundis endurnýggjan. Tey ungu vísa á tørvin á størri javnvirði, samrøðu og størri dent á tað, sum londini hava í felag.

Fordómar gera seg framvegis galdandi

Serliga grønlendsk og føroysk ung uppliva framvegis at verða møtt við fordómum. Mong vísa á, at vitan, betri undirvísing og ein meira fjølbroytt fjølmiðlaumrøða kunnu vera við til at gera upp við gamlar fatanir.

Les meira í frágreiðingunum niðanfyri

Fulla frágreiðingin (dansk)
Bort við teimum mest viðkomandi úrslitunum (føroysk)

Um okkara kanningar

Fyrsta kanningin varð gjørd á vári 2024 og almannakunngjørd 26. september 2024.