Sjómaq – Ungsdómsfelagsskapir tvørtur um Føroyar, Grønland og Danmark

Ymisk - - men nógv í felag

Endamálið við Sjómaq-verkætlanini er at knýta nýggj bond og styrkja kunnleikan millum ung í Ríkisfelagsskapinum. Hetta gera vit við verkætlanum, upplýsingararbeiði og við at skapa møguleikar fyri, at ung og ungdómsfelagsskapir kunnu hittast tvørtur um Grønland, Føroyar og Danmark um júst tað, sum hevur týdning fyri tey.

Sjómaq er eitt samstarv millum ungdómsfelagsskapir í øllum trimum londunum. Saman arbeiða vit fyri at skapa vinabond og styrkja fatanina millum ung í Ríkisfelagsskapinum við støði í virðum sum felags virðing, forvitni, javnvirði og opinleika.

Tað, at vit eru ymisk, er styrki okkara. Samstundis mugu munir okkara ikki forða fyri øllum tí, vit hava í felag. Tí hóast ungdómslívið í londunum kring Norðuratlantshavið kann vera ymiskt, hava vit nógvar av teimum somu upplivingunum, avbjóðingunum og dreymunum.

Hesa hugsan hevur stýrisbólkurin í Sjómaq savnað í merkisorðunum hjá verkætlanini:

"Vit eru ymisk, men hava nógv í felag"
Tá ið vit hittast, verða munir til fatan
Tiltøk

Vit skapa karmar fyri, at ung kunnu hittast tvørtur um Norðuratlantshavið gjøgnum skiftisvitjanir, kunning og tiltøk.

Vitan

Í okkara kanning fært tú størri innlit í kunnleikan og hugburðin hjá ungum í Ríkisfelagskapin og eisini eitt inntil í hvat tey halda um framtíðina á Ríkisfelagsskapinum.

Stuðulspeningur

Hevur tú eitt hugskot, sum kann savna ung tvørtur um Norðuratlantshavið?
Søk Sjómaq-puljuna og fá stuðul til at gera hugskotið til veruleika.

Kommende aktiviteter

Komandi

Seminar um mentanarmøti í Ríkisfelagsskapinum

Rejs med til Sydgrønland, lær mere om kulturmøder og mød unge fra hele Rigsfællesskabet...

Komandi

Seminardag om Rigsfællesskabet i vælten – unge perspektiver på et fællesskab i forandring

Du er inviteret til seminardag på Nordatlantens Brygge i København d. 27. august fra kl....