Smádokumentarar
Smádokumentarar
Í trimum stuttum dokumentarfilmum fylgja vit Sika úr Grønlandi, Femju úr Føroyum og Michella úr Danmark. Ígjøgnum persónligu frásagnir teirra fært tú innlit í ymisku ungdómslív teirra og tær upplivingar og dreymar, sum binda tey saman.
Í filmunum fært tú millum annað svar upp á: Hvat samband hava tey ungu við náttúruna? Hvussu væl kenna tey londini hjá hvørjum øðrum? Og hvussu kennist tað at flyta heimanifrá og byrja at lesa ella arbeiða?
Vit eru ymisk, men hava nógv í felag
Høvuðsvideoið, har allar søgurnar eru savnaðar í eina samanhangandi frásøgn.