Um verkætlanina
Ein ungdómsfelagsskapur tvørtur um Ríkisfelagsskapin
Sjómaq byrjaði við einum ynski um at skapa størri fatan millum ung í Ríkisfelagsskapinum. Her kanst tú lesa meira um bakgrundina fyri verkætlanini.
Um navnið „Sjómaq“
Heitið ’Sjómaq’ er ein samanseting av orðinum sjógvur á øllum trimum málum: sjógvur (føroyskt), imaq (grønlendskt) og hav (danskt).
Havið bindur londini í Ríkisfelagsskapinum saman. Hóast túsundtals kilometrar av havi eru millum lond okkara, binda aldurnar okkum saman gjøgnum eina felags søgu og eitt tætt tilknýti til havið. Øll trý londini eru myndað av lívinum við fjørðunum og hava drúgvar siðvenjur sum siglingar- og fiskivinnutjóðir.
Ímynd
Búmerkið hjá verkætlanini hevur litirnar úr fløggunum hjá teimum trimum londunum og ímyndar felagsskapin millum ung úr Grønlandi, Føroyum og Danmark.
Hvør stendur aftan fyri?
Sjómaq ledes af DUF – Dansk Ungdoms Fællesråd med sine partnere:
Tvey ung úr hvørjum landi sita í stýrisbólkinum hjá verkætlanini og leggja kósina fyri Sjómaq við at menna hugskot, mynda virksemi og taka avgerðir.
Fígging
Verkætlanin er fíggjað umvegis fíggjarlógina av fólkatingslimunum Anna Falkenberg, Edmund Joensen og Aaja Chemnitz Larsen.
Hví Sjómaq?
Grønland, Føroyar og Danmark eru bundin saman í einum serligum politiskum, mentanarligum og søguligum felagsskapi: Ríkisfelagsskapinum.
Kortini uppliva nógv ung, at tey vita ov lítið um gerandislívið, mentanina og samfelagið hjá hvørjum øðrum. Avmarkaður kunnleiki um hvønn annan kann skapa frástøðu og geva pláss fyri fordómum og stereotypum.
Síðan 2022 hevur Sjómaq skapað møguleikar fyri, at ung úr øllum Ríkisfelagsskapinum kunnu deila royndir, umrøða felags avbjóðingar og hittast um tað, sum hevur týdning fyri tey. Gjøgnum virksemi, skiftisvitjanir og upplýsingararbeiði skapa vit rúm fyri forvitni, samrøðu og nýggjum felagsskapum tvørtur um londini.
Í 2025 varð Sjómaq longt til 2029 við einari játtan á fíggjarlógini upp á 20,5 mió. kr.
Stýrisbólkur og játtanarnevnd
Játtanarnevndin hjá puljuni avger, hvørjar umsóknir fáa stuðul. Nevndin hevur seks limir úr ungdómsfelagsskapum úr øllum Ríkisfelagsskapinum.
MFS (forkvinna fyri puljuna í 2026)
SORLAK
Det Danske Spejderkorps, DUF
AFS Føroyar
AFS Grønland
BBU, DUF
Vilt tú vita meira?
Hevur tú spurningar um verkætlanina, ella vilt tú hoyra meira um, hvussu tú kanst gerast partur av felagsskapinum?