Søk Sjómaq-puljuna

og fá stuðul til verkætlanir fyri ung í Ríkisfelagsskapinum! Søk um stuðul

Títt hugskot kann røkka tvørtur um havið

Hava tit eitt hugskot til eitt virksemi, sum kann savna ung tvørtur um Ríkisfelagsskapin? Ungdómsbólkar og ungdómsfeløg kunnu søkja stuðul úr Sjómaq-puljuni til at skapa møti millum ung úr Grønlandi, Føroyum og Danmark. Fyri at søkja skulu tit samstarva við ung úr í minsta lagi einum øðrum landi í Ríkisfelagsskapinum.

  • Fakta um puljuna
  • Umsóknarfreist 11. februar 2027 kl. 12.00 (donsk tíð)
  • Upphædd Søk millum 10.000 og 250.000 kr.
  • Málbólkur Ungdómsfelagsskapir og bólkar av ungum við luttakarum í aldrinum 16–30 ár.
  • Mál Umsóknin skal skrivast á donskum
  • Krav um samstarv Verkætlanin skal mennast og fremjast í samstarvi millum ung úr í minsta lagi tveimum londum í Ríkisfelagsskapinum

Ofta settir spurningar

Hvør kann søkja?

Ungdómsfelagsskapir og sjálvskipaðir ungdómsbólkar við demokratiskari skipan, sum hoyra heima í Grønlandi, Føroyum ella Danmark, kunnu søkja stuðul úr puljuni.

Tað er eitt krav, at virksemi tykkara verður ment í samstarvi millum ung úr í minsta lagi tveimum londum í Ríkisfelagsskapinum – helst úr øllum trimum.


Fyri at vera høvuðsumsøkjari skalt tú verða fylt/ur 18 ár.

Sjómaq-puljan stuðlar virksemi, sum skapar felagsskapir og økir um kunnleikan millum ung tvørtur um Grønland, Føroyar og Danmark.

Innihaldið og sniðið á virkseminum er upp til tykkum. Karmarnir eru víðir, so leingi sum verkætlanin lýkur leiðreglurnar hjá puljuni og verður ment í samstarvi millum ung úr í minsta lagi tveimum londum í Ríkisfelagsskapinum verður ment í samstarvi millum ung úr í minsta lagi tveimum londum í Ríkisfelagsskapinum.

Les leiðreglurnar og treytirnar hjá puljuni fyri at fáa innlit í, hvat játtanarnevndin leggur dent á og hvat tit ikki kunnu fáa stuðul til.

Hevur tú eitt hugskot til eitt virksemi, sum savnar ung tvørtur um Ríkisfelagsskapin - men manglar tú ein samstarvsfelaga?

Ver við í virkseminum hjá Sjómaq
Virksemi okkara er eitt gott høvi at hitta ung og felagsskapir úr øllum Ríkisfelagsskapinum. Sí komandi tiltøk okkara undir „Virksemi“.

Nýt talgilda netverkið hjá Sjómaq
Ver við í Facebook-bólkinum hjá okkum.Har kanst tú leggja hugskot títt fram, fáa íkast og ráð og finna samstarvsfelagar.

Send okkum ein teldupost
Manglar tær framvegis ein samstarvsfelaga, ert tú hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit hjálpa fegin við at finna møguligar samstarvsfelagar.

Virksemi tykkara skal fara fram eftir umsóknartíðspunktið og í seinasta lagi 31. desember 2028.

Tit fáa svar í seinasta lagi við endan á apríl 2027,tá ið játtanarnevndin, sum hevur ung umboð úr Grønlandi, Føroyum og Danmark, hevur viðgjørt allar umsóknirnar. 

Hjartaliga til lukku við játtanini!

Nú er tíð at fáa skil á roknskapinum og stovna eina mappu til tykkara kvittanir og fakturar. Allar útreiðslur skulu skjalprógvast, og roknskapartilfarið skal goymast í 5 ár.

Bemærk! Legg til merkis! Fáa tit meira enn 100.000 kr. í stuðli, skulu tit senda inn eina undirskrivaða grannskoðaraváttan saman við frágreiðingini. 

Finn roknskapar- og grannskoðaraskabelónirnar hjá okkum undir „Frágreiðing“. 

Puljutilgongdin stig fyri stig

1. Fá eitt gott hugskot

Hvat kundu tú, felagsskapur tín ella ungdómsbólkur tykkara hugsað tykkum at gjørt saman við øðrum ungum í Ríkisfelagsskapinum?

Kanska hava tit longu ein áhuga, eitt virksemi ella eitt evni, sum tit vilja menna og kanna saman við ungum úr Grønlandi, Føroyum ella Danmark?

Tað kann vera, at tit droyma um at skipa fyri einari legu, einum veðurlagsdegi, einum sjónleiki, einari matsmiðju, einum kjakdegi, einari málkafé, einari skrivilegu, einum felags gongutúri ella einum rolluspælsvikuskifti?

Legg til merkis! Viðmerk! Tit kunnu ikki fáa stuðul til fastar útreiðslur, byggiverkætlanir, skeiðsgjøld, løn ella virksemi, sum longu er farið fram. Virksemið má heldur ikki vera vinnuligt, virka sum valstríð fyri einstakar persónar ella einans hava eitt sosialt endamál. Les meira í leiðreglunum hjá Sjómaq-puljuni.

Hvønn kundu tit hugsað tykkum at skipa virksemið saman við? 

Skipanarbólkurin hjá tykkum skal vera mannaður við ungum úr í minsta lagi tveimum londum í Ríkisfelagsskapinum. Tað er sostatt ikki nóg mikið bert at bjóða ungum úr øðrum londum við sum luttakarar. Tit skulu finna onkran, sum vil vera við til at menna hugskotið, taka avgerðir og fremja virksemið saman við tykkum.

Tað er eitt gott hugskot at hava greiðu á hesum, áðrenn tit fara í gongd við umsóknina: 
✓ Hvat vilja tit gera, hví vilja tit gera tað, og hvat vóna tit at fáa burtur úr?
✓ Hvussu skulu tit samstarva við samstarvsfelagan?
✓ Nær skal verkætlanin byrja og enda?
✓ Hvussu sær tíðarætlanin út?
✓ Hvat kostar virksemið, og hvussu sær fíggjarætlanin út?
 
Tip! Ráð! Nágreiniligari fíggjarætlanin er, jú betur kunnu vit skilja verkætlanina. Minnist tí til at lýsa allar fíggjarpostar nágreiniliga.

Tá ið tit hava greiðu á omanfyri nevnda, eru tit klár at senda umsóknina. Finn umsóknarportalin her.
GG! Tit nýtast ikki at fylla alla umsóknina út í einum. Tit kunnu goyma so hvørt og venda aftur til umsóknina, tá ið tað hóskar tykkum.

Tá ið tit hava fingið boð frá DUF um, at umsóknin er játtað, kunnu tit biðja um at fáa fyrsta partin av játtanini útgoldnan. Til hetta skulu tit brúka eina NemKonto, sum er knýtt at CVR-nummarinum hjá felagsskapinum.

 

Skal peningurin flytast á eina føroyska ella grønlendska kontu, ella eru tit ein sjálvskipaður ungdómsbólkur, skulu tit við fyrstu útgjalding viðhefta eitt bankaváttanarbræv (Bank Verification Letter, BVL). Eitt bankaváttanarbræv er eitt bræv frá bankanum, sum váttar, at kontan, ið tit vilja hava peningin fluttan á, hoyrir til tann persónin ella felagsskapin, sum hevur fingið játtanina.

 

Peningurin verður útgoldin í tveimum gjaldspørtum

  • 80 % verða útgoldin, tá ið tit biðja um fyrstu útgjaldingina í umsóknarportalinum.
  • 20 % verða útgoldin, tá ið DUF hevur góðkent frágreiðing og roknskap tykkara.

Vit ynskja tykkum góða eydnu við at fremja verkætlanina og skapa nýggjar felagsskapir tvørtur um Norðuratlantshavið.

 

Virksemi tykkara skal vera liðugt í seinasta lagi 31. desember 2028.

 

Tit eru hjartaliga vælkomin at taka myndir ella upptøkur á leiðini - vit vilja fegin fylgja við og síggja brot úr virkseminum í frágreiðingini hjá tykkum.

 

Hava tit hug at fortelja meira um virksemið, deila tykkara royndir ella geva øðrum ungum íblástur við at taka yvir SoMe-vangarnar hjá DUF, vilja vit fegin frætta frá tykkum! Setið tykkum í samband við Danna, sum arbeiðir við samskifti í Sjómaq, á dga@duf.dk.

Tá ið virksemið er liðugt, skulu tit fortelja okkum, hvussu tað gekk!

Hetta gera tit við at fylla út frágreiðingarskjalið í umsóknarportalinum og senda inn roknskap í seinasta lagi ein mánað eftir, at virksemið er endað.

Hetta er seinasta stigið í puljutilgongdini, men vónandi bert byrjanin upp á nýggja ungdómsfelagsskapin hjá tykkum tvørtur um Ríkisfelagsskapin.

Tørvar tær hjálp?

Leitar tú eftir einum samstarvsfelaga, hevur tú spurningar um umsóknina ella okkurt heilt annað?

Sofie Sørensen

Leiðreglur og frágreiðing

Set teg í samband við Sofie, um tú hevur spurningar um umsóknartilgongdina, leiðreglurnar fyri puljuna ella broytingar í fíggjarætlanini.

Jonas Roelsgaard

Ráðgeving um hugskot og samstarv

Jonas hjálpir fegin við ráðgeving um verkætlanarhugskotið, fíggjarætlanina og við at finna samstarvsfelagar.

Til reiðar at søkja?